Meting fyri viku 35, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við  Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðurforsøgnin sær brúkilig út, so vit vantað nakað av útróðrafiski. Tað er mest toskur og hýsa bátarnir fáa, men fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva. Smáligt fiskarí. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Eisini teir fiska svartkalva.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør landa í vikuni. Ikki tað stóra fiskaríið. Tvey pør fiska gulllaks.  

Trolbátar: Tveir er norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tríggir eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her