Meting fyri viku 33, 2021

Samandráttur.

Línuskip:  Eitt ísfiskalínuskip er ávegis til Eysturgrønlans, meðan tvey smærri ísfiskalínuskip eru undir Føroyum. Annað er á Føroya Banka, meðan hitt er vestanfyri. Tey fáa mest av toski, hýsu og longu. Tey landa bæði í vikuni meðan tað triðja landar ikki hesa vikuna. Av frystilínuskipunum er við Eysturgrønland og eitt er ávegis hartil og trý eru við Føroyar.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, so vit vanta nakað av útróðri. Fiskaríið er vánaligt. Teir mest av hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar makrel, meðan hin liggur við bryggju.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri.

Trolbátar: Ein er á Íslandsrygginum, tveir eru á landleiðini og ein er norðanfyri. Teir fiska mest av toski, hýsu og flatfisk. Ein landar fyrst í vikuni, meðan hinir landa miðskeiðis í vikuni. Møguliga fer onkur út um vikuskiftið

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt og koma bæði at landa síðst í vikuni.  Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landa tey miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her