Samandráttur.
Línuskip: Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er á Føroya Banka. Restin av línuflotanum liggur við bryggju. Av frystilínuskipunum eru tvey við Eysturgrønland og eitt undir Føroyum.
Útróður: Streymurin er harður alla vikuna, men veðri verður gott, so tað verður helst nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt hjá bátunum.
Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar makrel, meðan hin liggur við bryggju.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri.
Trolbátar: Fýra eru til fiskarí. Trýggir eru á landleiðini og er uttanfyri. Bátarnir á landleiðini fiska mest av toski og flatfiski, meðan tann uttanfyri, fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt og tað kemur at landa síðst í vikuni. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landa tey miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her