Meting fyri viku 26, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað í vikuskiftinum.Eitt frystilínuskip er við Ísland, seks eru á Flemish Kap og fýra eru við Føroyar.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður hampuligt tað mesta av vikuni, so vit vanta nakað av útróðið.

Djúpvatnstrolarar. Tríggir fiska svartkalva og koma vantandi allir at landa í vikuni. Ein er vestanfyri, hann landar vantandi síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Hini pørini fara avstað í vikuskiftinum Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest flatfisk og tosk. Báðir landa í vikuni. Ein er á Íslandsryggin. Eisini hann landar í vikuni. Hinir fara helst út í vikuskiftinum

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt.  Allir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her