Meting fyri viku 26, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Eitt minni línuskip eru á Føroya Banka. Eitt frystilínuskip er á Føroya grunninum, men er nýliga byrjaður túr. Tvey eru á Flemish Kap restin liggur við bryggju. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av svartkalva..  

Útróður: Streymurin verður hampuligur  og veðri sær út til at blíva gott í vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Bátarnir fáa mest hvíting.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Hann er bretskum sjógvi. Ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar:  Tríggjar trolbátar eru á landleiðini og ein er norðanfyri, møguliga fer restin avstað í vikuskifti, Teir fiska mest av toski, hýsu og so flatfisk Allir trolbátanar landa i vikuni

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og landa i vikuni. Fiskaríð er smáligt.Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her