Samandráttur.
Línuskip: Eitt er við Ísland og kemur at landa miðskeiðis í vikuni. Undir Føroyum eru bert tvey til fiskarí. Bæði eru vestanfyri. Annað landar miðskeiðis í vikuni, men hitt landar ikki hesa vikuna. Okkurt línuskip fer avstað í næstum.
Útróður: Streymurin er hamuligur og veðri verður eisini brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk og ein er sunnanfyri og fiskar stinglaks. Tann sum fiskar kongafisk, kenur at landa síðst í vikuni. Eisini kemur ein norskur trolari at selja svartkalva í vikuni.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Allir fiska upsa. Trý pør fiska gulllaks. Skipini landa sum vikan líður.
Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Hann kemur helst at landa síðst í vikuni. Fýra eru á landleiðini og fiska teir mest av flatfiski og toski. Tríggir av teimum koma at landa síðst í vikuni og tann fjóðri landar fyrst í aðru viku.
Garnaskip: Bara eitt garnaskip er til fiskarí og fiskar tað svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Hann landar fyrst í aðru viku.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her