Meting fyri viku 25, 2020

Samandráttur.

Í smb við Corona smittuna, so er óvissan stór um hvat skip og bátar gera tað næstu tíðina. Nú hava øll virkir opið aftur, men koyra við niðursettari arbeiðsorku.

Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit fáa normal viðurskifti aftur.
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.

Línuskip: Øll línuskipini eru til fiskarí. Eitt er við Ísland, meðan restin er við Føroyar. Tey flestu eru nýliga byrjaði túr, so tað koma kanska eini tvey- trý línuskip inn í vikuni, meðan restin koma inn á aðru viku. Skipini fiska ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.Fýra frystilínuskip eru eisini til fiskarí.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, so helst verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí og helst koma báðir at landa í vikuni. Skipini fiska svartkalva og stinglaks.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Eitt par fiskar svartkalva. Trý pør fiska gulllaks. Skipini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Allir liggja eru til fiskarí. Seks eru á landleiðin og tveir uttanfyri. Teir á landleiðini fáa ein blanding av toski, havtasku, reyðsprøku og tungu, meðan teir uttanfyri fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Báðir landa í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her