Meting fyri viku 23, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Eitt stórt og tvey smærri línuskip eru á Føroya Banka. Øll landa í vikuni. Eitt er á Íslandsrygginum og kemur nokk eisini at landa í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av svartkalva. Fýra frystilínuskip eru á Føroya grunninum. Trý eru á Flemish Kap.

Útróður: Streymurin verður hampuligur og veðri sær út til at blíva gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hann er bretskum sjógvi. Hin liggur við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Fýra eru á landleiðini og ein er norðanfyri. Teir fiska mest av toski, hýsu og so flatfisk. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku. Báðir hava  brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her