Meting fyri viku 22, 2022

Samandráttur.

Línuskip.Bara eitt av teimum smærru er fiskiskap. Tað fiskar mest av longu og brosmu. Tað landar mánadagin. Vantandi fer okkurt avstað á næstum. Eitt frystiskip er á Føroya Banka og fýra eru á Føroya grunninum. Tvey eru ávegis til Flemish Kap.

Útróður: Streymurin verður hampuligur og veðri sær út til at blíva gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur møguliga at landa sýðst í vikuni. Hann er bretskum sjógvi. Hin liggur við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Fýra eru á landleiðini og tveir eru norðanfyri. Teir fiska mest av toski, hýsu og so flatfisk. Vit rokna við at allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Báðir hava  brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her