Meting fyri viku 22, 2021

Línuskip:  Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er undir Føroyum, og fiskar mest av Longu, brosmu, tosk og hýsu. Vit rokna við at tað landar fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Fýra frystiskip eru við Eysturgrønlandi, eitt er við Flemish Cap. Helst kemur okkurt at frystilínuskipunum at landa í vikuni.

Útróður: Streymurin og veðri verður hampuliga gott alla vikuna, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríð er ikki gott við línni, men teir við snellu fáa nakað av upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein er nýliga byrjaður túr, meðan hin er ikki farin avstað enn, men fer helst avstað í næstum. Tann, sum er úti, fiskar svartkalva, meðan hin helst fer at fiska annan djúpvatnsfisk.

Partrolarar: Nøkur pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Fiskaríið kundi verði betri, tó at okkurt parið hevur fingið okkurt gott hál. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Trýggir eru á landleiðini, teir eru allir norðanfyri. Og so er ein er vestanfyri. Teir á landleiðini fáa mest av flatfiski og so nakað av toski. Vestanfyri er toskur, hýsu og longa og so nakað av flatfiski. Allir landa helst miðskeiðis og síðst í vikuni

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er hampuligt, annar landar mánadagin og hin seint í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.