Meting fyri viku 22, 2020

Samandráttur.

Í smb við Corona smittuna, so er óvissan stór um hvat skip og bátar gera tað næstu tíðina. Nú hava øll virkir opið aftur, men koyra við niðursettari arbeiðsorku.

Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit fáa normal viðurskifti aftur.
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.

Línuskip: Seks línuskip eru til fiskarí. Eitt er við Eysturgrønlandi, eitt við Ísland og hini eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski og so longu, brosmu og hýsu. Vit rokna við at fimm av teimum landa í vikuni, meðan tað sætta landar fyrst í aðru viku. Fýra frystilínuskip eru til fiskarí, try eru við Eysturgrønlandi og eitt við Ísland.

Útróður: Bæði streymur og veðri verða brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri, men óvissan við prísi, serliga á hýsuni, ger at fleiri setast aftur.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, menfiskaríið eftir upsa er heldur lakari nú. Eitt par fiskar kongafisk. Trý pør fiska gulllaks. Skipini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Tríggir trolbátar eru á landleiðini. Teir fiska ein blanding av toski, reyðsprøku, tungu og havtasku. Teir landa síðst í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Øll landa í vikuni

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her