Meting fyri viku 21, 2021

Samandráttur.

Línuskip:  Fimm ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Øll er undir Føroyum. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vit rokna við at okkurt av teimum landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Sjey frystiskip eru við Eysturgrønlandi, eitt á Flemish Kap og eitt við Ísland. Helst kemur okkurt at frystilínuskipunum at landa í vikuni.

Útróður: Streymurin verður harður alla vikuna, men veðri verður fyri tað hampuligt, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríð er ikki gott við línni, men teir við snellu fáa nakað av upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein er nýliga byrjaður túr, meðan hin er ikki farin avstað enn, men fer helst avstað í næstum. Tann, sum er úti, fiskar svartkalva, meðan hin helst fer at fiska annan djúpvatnsfisk.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Fiskaríið kundi verði betri, tó at okkurt parið hevur fingið okkurt gott hál. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Trýggir eru á landleiðini, tveir eru norðan fyri og ein er vestanfyri. Teir á landleiðini fáa mest av flatfiski og so nakað av toski., meðan hinir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Landa miðskeiðis og síðst í vikuni

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er hampuligt og koma báðir at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her