Meting fyri viku 20, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði liggja við bryggju.  Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, trý eru við Grønland,  fýra eru á ella ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður gott, so vit vanta  nakað útróðri. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska tosk  og ein fiskar kongafisk og svartkalva Ein frystitrolari er við Flemish Kap og ein er við Føroyar. Fiskaríið er smáligt við Føroyar.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hýsu, longu og toski. Tey flestu landa í vikuni.

Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her