Línuskip: Bara trý ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Eitt er undir Føroyum og kemur vantandi at landa mánadagin. Eitt er við Eysturgrønland og eitt er við Ísland, men vit vanta ikki at tey landa í vikuni, tí tey eru nýliga byrjaði túr. Fimm frystilínuskip eru við Eysturgrønland. Tey fáa mest av toski. Tvey eru undir Føroyum og eitt er við Ísland.
Útróður: Streymurin verður hampuligur í vikuni og veðri verður eisini hampuligt. So tað verður hampuligt til útróður, men fiskaríið er ikki gott fyri tíðina.
Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara avstað í næstum. Teir fiska mest av kongafiski, blálongu og stinglaksi.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu, men fiskiskapurin er vánaligur. Trý pør fiska gulllaks
Trolbátar: Bara tveir eru til fiskarí og koma helst báðir at landa mánadagin. Teir fiska mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er hampuligt og koma báðir at landa síðst í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her