Samandráttur.
Línuskip. Einki línuskip er úti, men møguliga fer okkurt avstað í næstum. Sjey frystilínuskip fiska við Eysturgrønland og trý fiska við Føroyar. Tey við Eysturgrønland fiska mest av toski, meðan tey undir Føroyum fiska mest longu, tosk, hýsu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður góður, men tað verður liggjandi høgætt alla vikuna, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður. Fiskaríið er meira smáligt.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á kongafiskaveiðu. Hann landar miðskeiðis í vikuni. Tveir frystitrolarar fiska svartkalva og so er ein á beding.
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt.
Trolbátar: Tveir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Báðir landa í vikuni. Møguliga fer onkur avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her