Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer út veðri batnar Fýra frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Tvey eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Tvey liggja við bryggju. Vantandi landar okkurt frystilínuskip í vikuni.
Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður eitt nakað av útroðri.
Djúpvatnstrolarar. Tveir fiska svartkalva og koma at landa fyrst í vikuni. Tveir liggja við bryggju, men helst fara teir út skjótt.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Smáligt fiskarí.
Trolbátar: Tveir eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Báðir landa í vikuni. Vantandi fer onkur tá veðri er tilvildar.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
