Meting fyri viku 16, 2021

Samandráttur.

Línuskip: Tvey ísfiskalínuskip eru undir Føroyum og eitt er undir Íslandi.Vit rokna við at eitt kemur at landa síðst í vikuni, meðan hini bæði landa í aðru viku. Helst fer okkur línuskip út í næstum. Av frystilínuskipunum eru sjey undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður góður meginpartin av vikuni og veðri verður eisini hamuligt, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt fyri tíðina.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur út í næstum.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Fiskiskapurin er vánaligur. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski. Trýggjir koma at landa mánadagin. Vit rokna við at onkur fer avstað um vikuskifti.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa miðskeiðis í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað eisini brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

Heinta alla metingina her