Meting fyri viku 13, 2022

Samandráttur.

Línuskip.Trý stór ísfiskaskip og eitt minni, eru úti. Vit rokna við at øll landa í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu. Vit rokna við at okkurt fer avstað í næstum. Sjey frystilínuskip eru við Ísland og eitt undir Føroyum.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður hampuligt, so vit rokna við nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Annar er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hin liggur við bryggju

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Fiskaríð er misjavnt, okkurt brúkiligt hál inn ímillum. Tey landa sum vikan gongur. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski.

Trolbátar: Fimm trolbátar eru til fiskarí. Vit rokna við at fýra av teimum koma at landa mánadagin og so tann fimti seinni í vikuni. Teir fiska mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Annað hevur brúkiligt fiskarí, meðan hitt fer at draga fyrstu ferð í vikuni. Øll landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her