Meting fyri viku 12, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskaskipini liggja við bryggju, men fara vantandi skjótt avstað. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Grønland og fýra eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men veðri verður óstøðugt, so vit vanta ikki nógvan útróður. Fiskaríið er brúkiligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru nýliga byrjaðir at fiska. Báðir fiska svartkalva. Ein frystitrolari er eisini til fiskarí. Hann fiskar eisini svartkalva. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar á Føroya Banka, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski.

Partrolarar: Øll, uttan tvey, eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski. Nøkur landa í vikuni.

Trolbátar: Trýggir trolbátar eru norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og toski. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí.  Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her