Samandráttur.
Línuskip. Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men vantandi fara nøkur avstað í næstum, nú veðurforsøgnin sær betri út og eisini batnar streymurin sum vikan gongur. Sjey frystilínuskip eru við Ísland og eitt undir Føroyum.
Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur og veðri verður eisini hampuligt, serliga fyrst í vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju, men helst fer annar avstað um vikuskiftið. Helst at fiska svartkalva.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Fiskaríð er misjavnt, okkurt brúkiligt hál inn ímillum. Tey landa sum vikan gongur. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men vantandi fara fleiri avstað í vikuskiftinum
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Eisini tað hevur brúkiligt fiskarí. Tvey landa fyrst í vikuni og tað triðja síðst í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her