Meting fyri viku 11, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Trý smærri ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey fiska øll mest av hýsu og so nakað av toski. Øll landa fyrst í vikuni. Øll frystilínuskip eru til fiskarí. Eitt fiskar í grønlendskum , eitt í føroyskum og átta í íslendskum sjógvi. Okkurt kemur at landa í vikuni. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. Fiskaríið er gott.

Útróður: Streymurin verður góður. Men tað verður høgætt alla vikuna, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður. Teir stóru útróðrabátarnir koma tó helst at gera onkran túr. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu. Hann er akkurát byrjaður og tí er ivasamt um hann landar í vikuni. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva og so er ein á beding.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og kemur okkurt parið at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga tosk, longu, hvíting og hýsu. Fiskaríið kundi verði betri.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski. Møguliga fer onkur avstað um vikuskiftið.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her