Samandráttur.
Línuskip. Tvey stór ísfiskalínuskip og trý minni, eru til fiskarí. Eitt er við Ísland og kemur tað helst at landa fyrst í vikuni. Hini eru øll undir Føroum og koma øll at landa í vikuni. Tey fiska mest av toski, hýsu og longu. Átta frystilínuskip eru við Ísland og eitt undir Føroyum.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðri verður eisini nakað umskiftandi, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar svartkalva, meðan hin liggur við bryggju. Vit rokna við at hann landar síðst í vikuni.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Fiskaríð er misjavnt, okkurt brúkiligt hál inn ímillum. Tey landa sum vikan gongur. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski.
Trolbátar: Bara ein er úti og fiskar hann mest av toski og hýsu. Møguliga fer onkur avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Eisini tað hevur brúkiligt fiskarí. Tvey landa fyrst í vikuni og tað triðja síðst í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her