Meting fyri viku 11, 2021

Samandráttur.

Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip er undir Íslandi og fýra eru ndir Føroyum. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Skipni landa sum vikan líður. Vantandi fara nøkur línuskip út í næstum. Trý frystilínuskip eru undir Íslandi og trý eru undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt ein part av vikuni, so helst verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein er nýliga byrjaður túr eystanfyri og roynur hann eftir svartkalva. Møguliga landar hann síðst í vikuni. So eru tað havransóknarskipini sum eru norðanfyri og gera yvirlitstrolingar. Teir koma at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Fiskiskapurin er heldur fragari nú. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara tveir eru úti, men møguliga fer onkur avstað í vikuskiftinum. Fiskiskapurin er smáligur

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt.. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her