Línuskip: Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av toski, hýsu. Vit rokna við at bæði landa síðst í vikuni. Helst fer okkurt av línuskipunum avstað í vikuskiftinum. Fimm frystilínuskip eru undir Íslandi og tvey undir Føroyum. Tey hava gott fiskarí.
Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt, so tað verður helst nakað av útróðri í vikuni.
Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri eftir kongafiski, og kemur helst at landa miðskeiðis í vikuni. Ein er sunnanfyri eftir stinglaksi og blálongu, og landar fyrst í vikuni
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin kundi verði betri eftir árstíðini vit eru í. Tey landa sum vikan líður.
Trolbátar: Sjey eru til fiskarí. Teir fáa mest tosk, hýsu og flatfisk. Vit rokna við at fýra landa mánadagin, og hinir seinni í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni, har er fiskiskapurin heldur betur nú. Eitt fiskar havtasku. tað hevur eisini brúkiligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.