Samandráttur.
LínuskipFýra línuskip eru til fiskarí undir Føroyum. Eitt fiskar tosk og hýsu, tvey fiska mest longu og tosk og eitt fiskar mest tosk og svartkalva. Eitt landar mánadagin, meðan hini landa seinni í vikuni. Eitt fiskar við Ísland, men tað er kanska ivasamt um hann landar í vikuni. Tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum. Fleiri línuskip liggja við bryggju, men fara út tá veðru batnar.
Útróður: Streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðri verður hampuligt í vikuni, so vit kunna helst rokna við nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí. Ein landar helst fyrst í vikuni, meðan hin landar seinni í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er fyri tað mesta smáligt.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað tá veðri fer at batna. Landleiðin er liðug, so nú fara allir at fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.
Heinta alla metingina her