Línuskip: Undir Føroyum eru trý línuskip. Tey fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Tvey landað mánadagin og tað triðja miðskeiðis í vikuni. Tvey línuskip eru á Íslandsrygginum og koma tey at landað miðskeiðis ella síðst í vikuni. Eitt er við Ísland og kemur tað at landað miðskeiðis í vikuni. Tað fiskar mest av toski og so nakað av longu, hýsu og brosmu.. Av frystilínuskipunum eru tvey við Grønlandi, eitt tekur ímóti fiski við Grønlandi, eitt fiskar undir Føroyum og so liggur eitt við bryggju. Helst fer okkurt línuskip avstað í næstum.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. Veðri verður gott, so vit vantað nógvan útróður. Bátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí, men báðir eru nýliga byrjaðir túr, so tí er ivasamt um teir landa í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er brúkiligur hjá teimum flestu.
Trolbátar: Fimm eru á landleiðin og fiska tosk og flatfisk og so eru tveir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so eitt sindur av flatfiski. Bátarnir landa sum sikan gongur.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur.
Heinta alla metingina her