Meting av tilfeinginum fyri viku 24, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Undir Føroyum eru bara trý lúnuskip. Øll eru nýligaði byrjaði túr. Møguliga landað 1-2 av teimum í vikuni. Tey fáa mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Eitt línuskip er í Eysturgrønlandi og fiskar fyri tað mesta tosk og so nakað av brosmu. Landar møguliga síðst í vikuni. Av frystilínuskipunum er eitt í Eysturgrønlandi, eitt er undir Føroyum, tvey eru við Íslandi og eitt er ávegis heim av Flemish Kap.

Vit vantað okkurt línuskip fer avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður brukiligur og veðri verður eisini gott, so vit vanta nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Ein landar í vikuni,men hinir landað neyvan í vikuni,tí hann eru nýligaði byrjaðir túr.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Teir koma at landa miðskeiðis og síðst í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her