Meting av tilfeinginum fyri viku 23, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru fýra lúnuskip. Trý av teimum landað fyrst í vikuni, meðan tað fjórða landar síðst í vikuni. Skipini fáa mest av toski og so longu og hýsu. Við Eysturgrønland eru trý línuskip og tvey eru ávegis til Eysturgrønland, men fiskaríið er vánaligt. Við Ísland er eitt línuskip og kemur tað at landað mánadagin, mest toskur. Okkurt línuskip fer avstað í næstum.

Útróður: Streymurin harðnar út á vikuna, men veðri verður gott, so vit rokna við nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tríggjir eru til fiskarí. Ein landar í vikuni,men hinir landað neyvan í vikuni,tí teir eru nýligaði byrjaðir túr.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Teir koma at landa miðskeiðis og síðst í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt

Heinta alla metingina her