Meting av tilfeinginum fyri viku 22, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Undir Føroyum eru bara tvey línuskip. Vit rokna við at bara annað landar í vikuni, meðan hitt landar fyrst í aðru viku. Skipini fáa mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Undir Íslandi eru eisini tvey ísfiskalínuskip, annað landar vantandi síðst í vikuni, meðan hitt landar fyrst í aðru viku. Tað mesta er toskur skipini fáa. Trý línuskip fara til Eysturgrønlands at fiska. Tey koma at fiska mest av toski og so nakað av brosmu. Tey landað ikki í vikuni. Eitt frystilínuskip er undir Føroyum og tvey eru við Ísland.

Útróður: Streymurin verður góður í vikuni, men tað verður nógv høgætt, tó ikki so nógvur vindur, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann landar helst fyrst ella miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er einki at reypa av. Okkurt parið fer avstað í næstum. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Seks trolbátar eru farnir ella fara í næstum á landleiðini. Teir fiska mest av flatfiski og toski. Teir koma at landað sum vikan líður.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her