Meting av tilfeinginum fyri viku 20, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Undir Føroyum eru fimm línuskip. Vit rokna við tvey landað mánadagin og tvey seinni í vikuni, meðan tað fimta neyvan landar hesa vikuna. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Við Ísand er fýra ísfiskalínuskip og kemur eitt at landað mánadagin, meðan hini trý landað møguliga síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Fýra frystilínuskip eru eisini við Ísland.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður Veðri verður gott, so vit vantað nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar svartkalva og kongafisk. Hann kemur at landað í vikuni.

Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er einki at reypa av, tó heldur fragari nú. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru til fiskarí. Annar landar mánadagin og hin miðskeiðis í vikuni. Smáligt fiskarí. Onkur fer avstað í vikuskiftinum og so er onkur til umvælingar.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta alla metingina her