Meting fyri viku 20, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði liggja við bryggju.  Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, trý eru við Grønland,  fýra eru á ella ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður gott, so vit vanta  nakað útróðri. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska tosk  og ein fiskar kongafisk og svartkalva Ein frystitrolari er við Flemish Kap og ein er við Føroyar. Fiskaríið er smáligt við Føroyar.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hýsu, longu og toski. Tey flestu landa í vikuni.

Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 19, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí, men er nýliga byrjaður túr. So tað er ivasamt um hann landar í vikuni.  Eitt frystilínuskip er við Føroyar, fýra eru við Grønland,  eitt er  á og eitt er ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin verður harður, men veðri verður gott, so vit vanta  nakað útróðri.  Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska svartkalva og so er ein frystitrolari  við Flemish Kap. Fiskaríið er smáligt við Føroyar.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hýsu, longu og toski. Tey flestu landa í vikuni.

Trolbátar: Allir eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 18, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað kemur at landa í vikuni. Tað fiskar mest av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fýra eru við Grønland,  eitt er  á og eitt er ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður gott, so vit vanta  nógvan útróður.  Fiskaríið er smáligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir fiska svartkalva og so er ein frystitrolari við Føroyar og ein er við Flemish Kap. Fiskaríið er smáligt við Føroyar.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks og eitt par liggur við bryggju. Fiskaríið hevur verði hampuligt, men er minni nú. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski. Tey flestu landa í vikuni.

Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa fyrst í vikuni. Vantandi fara nakrir avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 17, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini eru til fiskarí. Annað landar í vikuni og hitt í aðru viku. Tey fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fimm eru við Grønland, eitt við Føroyar, eitt er  á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður gott, so vit vanta  nógvan útróður.  Fiskaríið er smáligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva, ein liggur við bryggju og so er ein frystitrolari við Føroyar og ein er við Flemish Kap

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks og eitt par liggur við bryggju. Fiskaríið hevur verði hampuligt, men er minni nú. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski. Nøkur landa í vikuni.

Trolbátar: Fimm eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Nakrir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Broytingar í siglingini hjá Faroe Ship í viku 17

Soljóðandi kunning er komin frá Faroe Ship.

Polfoss siglir týskvøldið 23/04 til Scrabster, Grimsby, Velsen og Ålesund.
ETA Scrabster mikudagin 24/04, Grimsby fríggjadagin 26/04, Velsen leygardagin 27/04 og Ålesund týsdagin 30/04.
Innlatingarfreist týsdagin kl. 16.00.

Skogafoss (SKO417) siglir fríggjakvøldið 26/04 til Immingham og Rotterdam.
ETA Immingham sunnudagin 28/04 og Rotterdam mánadagin 29/04.


Fyri Skogafoss:

Alt LCL góðs skal vera inni mikudagin 24.04.

Alt FCL góðs skal vera inni hósdagin 25.04.


Fiskamarknaðurin hevur lagt um til fibur/net.

Hey tit sum hava Iclient frá FMF

Kunna tit kanna eftir um Iclienturin virkar, nú vit hava lagt um til fibur.

Um Iclienturin ikki virkar, so muga tit dagføra hann. Tað gera tit inni á okkara heimasíðu.

Tit eru vælkomin at ringja til okkum á 414141 um tit ivast í onkrum

Fiskamarknaður Føroya

Meting fyri viku 14, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, fýra eru við Grønland og tvey eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin er harður og veðri verður ivasamt, so vit vanta ikki nógvan útróður, kanska nakað vestanfyri, tí tað verður liggjandi landnyrðingur. Fiskaríið er brúkiligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari er úti. Hann fiskar svartkalva og kemur at landa eftir páskir. Hinir liggja við brygju.

Partrolarar: Øll, uttan trý, eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski. Nøkur landa í vikuni. Helst fer okkurt parið avstað, tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Sigling hjá Faroe Ship um páskirnar

Soljóðandi skriv er komi frá Faroe Ship um sigling um páskirnar.

Góðu viðskiftafólk,

Vinaliga sí niðanfyri fráferðir hjá okkum í næstu viku, viku 13.

  • Holmfoss siglir mánakvøldið 25/03 til Scrabster, Grimsby og Velsen.
    ETA Scrabster týskvøldið 26/03, ETA Grimsby hósdagin 29/03 og Velsen fríggjadagin 30/03.
    Innlatingarfreist kl. 19.00 mánakvøld.
  • Eingin fráferð til Immingham fríggjadagin, langafríggjadag
  • Tukuma Arctica siglir fríggjakvøldið 29/03 til Bremerhaven og Aarhus.
    ETA Bremerhaven mánamorgun 01/04 og ETA Aarhus hósmorgun 04/04.
    Innlatingarfreist MIKUDAGIN 27/03.
  • Lagarfoss (LAG412) siglir sunnudagin 31/03 til Reykjavíkar.
    Herfrá samband til Rotterdam, Portland og Halifax.
    ETA Rotterdam 31/03, ETA Portland 09/04 og ETA Halifax 11/04.
    Innlatingarfreist MIKUDAGIN 27/03.
  • Polfoss siglir týskvøldið 02/04 til Scrabster, Grimsby og Velsen.

Tykkum verður ynskt eini gleðilig páskir!