Línuskip: Undir Føroyum eru seks línuskip, men helst
landa bara 3 av skipunum áðrenn páskirnar. Skipini fáa mest av toski og hýsu og
so nakað av longu og brosmu. Við Ísland eru 2 ísfiskalínuskip, men tey eru
akkurát byrjaði túr, so tey landa helst síðst í aðru viku. Fýra frystilínuskip
eru eisini við Ísland.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott, men
páskirnar verða í vikuni, so tí verður tað helst bara fiskur fyrst í vikuni.
Djúpvatnstrolarar:
Bara tveir eru til fiskarí. Teir fiska svartkalva, stinglaks og blálongu. Landa
eftir páskir.
Partrolarar: Teir
flestu eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir
upsa er einki at reypa av. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Allir
eru til fiskarí. Allir eru norðanfyri og fiska næstan bara tosk. Fiskaríið er
gott. Allir koma at landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Landar møguliga mikudagin, men helst ikki fyrr enn eftir páskir. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her