Jógvan I kemur á søluna ímorgin 10-10-2025
Jógvan I hevur fiska við Føroyar og koyrur hetta á søluna:
Toskur 14,7 tons.
Longa 18 tons.
Brosma 10 tons
Hýsa 25 tons.
Hvíting 0,7 tons.
Fiskamarknaður Føroya
Jógvan I kemur á søluna ímorgin 10-10-2025
Jógvan I hevur fiska við Føroyar og koyrur hetta á søluna:
Toskur 14,7 tons.
Longa 18 tons.
Brosma 10 tons
Hýsa 25 tons.
Hvíting 0,7 tons.
Fiskamarknaður Føroya
Góðu viðskiftafólk,
Fráferðin hjá EF AVA, sum upprunaliga skuldi vera hesa viku er hervið avlýst.
Ringa veðrið hevur viðført munandi seinking á EF AVA, at fráferð hevði verið náttina til mánadagin ella mánadag fyrrapart.
Holmfoss siglir komandi mánakvøld til Immingham, sum vanligt.
Vinaliga sí niðanfyri siglingarætlan hjá okkum í viku 41:
Innlatingarfreist fríggjadagin kl. 19.00 fyri feskt og kl. 13.00 fyri fryst.
Faroe Ship
Klakkur kemur á søluna mikudagin 08/10-25 kl 11:30
Klakkur hevur fiska á Íslandsrygginum og á landgrunninum
Klakkur hevur:
Toskur 61 tons
Hýsa 14,6 tons.
Longa 18,5 tons.
Brosma 6,7 tons.
Blálonga 15,5 tons.
Svartkalvi 13,4 tons.
Liri 1,1 tons.
So hevur hann eitt sindur av hvítingi, havtaskuhalum,kalva og upsa.
Fiskamarknaður Føroya
Faroe Ship hevur boða frá, at Svartfossur hevur fingið staðfest álvarsamt maskinbrek og at tí verður eingin sigling mánadagin 6 okt.
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Trý frystilínuskip fiska við Føroyar og eitt á Íslandsrygginum. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað tá veðri batnar. Tvey frystilínuskip eru á Flemish Kap. Skipini við Føroyar fiska mest av longu og brosmu og so toski og hýsu. Tað á Íslandsrygginum fær mest tosk og so blálongu og svartkalva. Skipini á Flemish Kap fiska tosk. Vantandi fer okkurt frystilínuskip út í næstum.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar seinni í vikuni. Tað verður hampuligt veður, so vit vantað nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Jákup Sverri ger yvirlitstroling á djúpum vatni. Ein er á makrelveiðu og hinir liggja við bryggju.
Partrolarar: Fimm pør eru út. Fiskaríið er brúkiligt. Eitt par fiskar gulllaks.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men teir sum enn hava fiskidagar, fara út tá veðri batnar. Frá 1 okt. kunna øll skipini aftur fiska, tí tá opnar buffarin.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Jákup B kemur at selja mikudagin 24 sept. 2025
Jákup B hevur verði á Íslandsrygginum og á landgrunninum.
Jákup B hevur:
Toskur 32,5 tons.
Svartkalvi 24 tons.
Blálongu 5 tons.
Longa 6 tons
Brosma 5,5 tons.
Hýsa 2,5 tons.
So hevur eisini nakað av upsa, skøturavum, kongafiski, lira og havtaskuhalum.
Fiskamarknaður Føroya
Vesturhavið hevur fiska við Føroyar
Vesturhavið hevur
Hýsa 8,5 tons
Longa 15 tons
Brosma 7,2 tons
Upsa 700 kg
Havtaskuhalar 260 kg
kalvi 185 kg
Fiskamarknaður Føroya
Sandshavið og Polarstjørnan koma á søluna mánadagin 22/09-2025.
Sandshavið og Poalrstjørnan hava fiska við Føroyar og hava hesar nøgdir:
Sandshavið.
Toskur: 12 tons
Hýsu: 11 tons.
Longa: 80 tons.
Brosma: 46 tons.
Hvítingur: 3 tons.
Skøturavar: 1,5 tons.
So hevur hann nakað av upsa, kongafiski, blálongu og steinbíti.
Polarstjørnan.
Toskur: 42 tons
Svartkalvi: 23 tons
Blálonga: 12 tons.
Longa: 8,6 tons
Brosma: 4,7 tons.
Lira: 1,7 tons.
So hevur hann nakað av hvítingi, havtaskuhalum, kalva, skøturavum og upsa
Fiskamarknaður Føroya.
Samandráttur.
Línuskip. Nýggju frystilínuskip fiska við Føroyar. Ísfiskalínuskipið er akkurát byrjaður norðanfyri. Tvey frystilínuskip liggja við bryggju. Skipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Okkurt línuskip hevur eisini fiska nakað av svartkalva og blálongu.
Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar nakað út á vikuna.. Tað verður brúkiligt veður, so vit vantað nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar. Bara tveir eru til fiskarí. Annar er á Íslandsrygginum og hin (Jákup Sverri) ger yvirlitskanningar á Føroya Banka. Báðir koma at landa í vikuni. Ein er á makrelveiðu og hinir liggja við bryggju.
Partrolarar: Fimm pør eru úti. Fiskaríið er gott. Eitt par fiskar gulllaks.
Trolbátar: Fýra trolbátar eru úti.Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Vantandli landa allir í vikuni. Tveir liggja, tí teir eru lidnir við sínar fiskidagar.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er gott. Vantandi landa øll í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Frá Faroe Ship.
Góðu viðskiftafólk,
Vit mugu tíverri fráboða, at Svartfoss – sum røkir okkara sigling úr Noregi til UK, Holland og Noreg umvegis Tórshavn, Føroyar – hevur fingið staðfest álvarsamt maskinbrek.
Hetta hevur við sær, at siglt ikki verður til og úr Føroyum triðju hvørju viku – fram til umleið hálvan desembur 2025.
Vikurnar, eingin sigling er, eru hesar:
Vika 38 Mánadagin t. 15. septembur
Vika 41 Mánadagin t. 6. oktobur
Vika 44 Mánadagin t. 27. oktobur
Vika 47 Mánadagin t. 17. novembur
Vika 50 Mánadagin t. 8. desembur
Vit harmast um hesu íkomnu støðu.
Fiskamarknaður Føroya