Meting fyri viku 43, 2020

Línuskip: Eitt eru á landgrunninum, eitt við Ísland og tvey eru á Íslandsrygginum. Tað á landgrunninum fiskar mest av longu og brosmu og so nakað av toski og hýsu , tað við Ísland er meira blandað, meðan tey á Íslandsrygginum fiska mest tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Vit rokna við trimum skipum fyrst í vikuni og so eitt seinni í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur, veðri verður hampuligt, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar:Tveir eru vestanfyri og fiska kongafisk og landa í vikuni.

Partrolarar: Øll, uttan tvey, pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Seks trolbátar eru til fiskarí. Ein er eystanfyri og fiskar mest av havtasku, og so eru hinir norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og flatfiski. Onkur landar mánadagin og hinir sum vikan gongur.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Eitt landar mánadagin og hitt síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

Meting fyri viku 42, 2020

Línuskip: Fimm eru á landgrunninum, eitt við Ísland og trý eru á Íslandsrygginum. Tey á landgrunninum fiska mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu, tað við Ísland er meira blandað, meðan tey á Íslandsrygginum fiska mest tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Vit rokna við einum skipum fyrst í vikuni og so møguliga trimum seinni í vikuni.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður gott, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar:Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk og kemur hann at landa í vikuni. Ein merkis fisk og kemur hann at landað miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Øll, uttan tvey, pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Tríggir trolbátar eru til fiskarí. Ein er á Skeivabanka og fiskar mest av havtasku, upsa, longu og nakað av hvítingi og so eru tveir norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og flatfiski. Ein landar miðskeiðis og hinir síðst í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 41, 2020

Línuskip: Tvey eru á Íslandsrygginum. Tey fiska mest tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Vit rokna við at tey landa mánadagin. Eitt er í Íslandi og eitt er á landgrunninum, tey landa helst ikki í vikuni.

Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur, og veðri verður hampuligt, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar:Tveir eru vestanfyri og fiska kongafisk og koma at landa í vikuni.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann er norðanfyri og fiskar mest av toski, hýsu og flatfiski. Hann landar helst mitt ella síðst í vikuni. møguliga fer onkur út í vikuskiftinum. Smáligt fiskarí.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

Meting fyri viku 40, 2020

Línuskip: Seks eru á landgrunninum og trý eru á Íslandsrygginum. Tey á landgrunninum fiska mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu, meðan tey á Íslandsrygginum fiska mest tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Vit rokna við trimum skipum fyrst í vikuni og so møguliga onkrum síðst í vikuni.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður hampuligt, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar:Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk og kemur hann at landa í vikuni. Ein er sunnanfyri og fiskar mest stinglaks og blálongu.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Fýra trolbátar eru til fiskarí. Ein er á Skeivabanka og fiskar mest av havtasku, upsa, longu og nakað av hvítingi og so eru trýggir norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og flatfiski. Onkur landar møguliga fyrst í vikuni og so hinir miðskeiðis í vikuni. Smáligt fiskarí.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 39

Línuskip: Eitt er vesturi á rygginum og fiska tosk, svartkalva, blálongu. Tað landar fyrst í vikuni, eitt er á landgrunninum og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Tað landar møguliga síðst í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður men batnar sum vikan gongur, og veðri verður heldur einki serligt fyrst í vikuni, so møguliga verður nakað av útróðri út á vikuna. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk og ein er eystanfyri, teir koma helst báðir at landa síðst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Tveir trolbátar eru til fiskarí. Teir eru norðanfyri og fáa nakað av tungu, reyðsprøku og havtasku og tosk eisini. Teir landa fyrst í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

Meting fyri viku 38, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Fýra eru vesturi á rygginum og fiska tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Møguliga landa tvey síðst í vikuni, um ikki so landa øll í aðru viku. Trý eru á landgrunninum og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Eitt er við Ísland. Vantandi landar okkurt síðst í vikuni.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður gott, serliga fyrst í vikuni, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar:Tveir eru vestanfyri og fiska kongafisk og koma báðir at landa í vikuni. Magnus Heinason er á Føroya Banka og ger yvirlitstrolingar. Hann landar miðskeiðis í vikuni og er tað serliga hýsa og upsi og so vónandi nakað av toski hann kemur at landa.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann er vestanfyri og fiskar mest av upsa og so nakað av havtasku, longu og toski. Hann landar helst síðst í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 37, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Tvey eru vestanfyri og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Vantandi landað tey í vikuni. Helst fer okkurt línuskip avstað í næstum.

Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur, men veðri verður nakað skiftandi, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar kongafisk og landar helst síðst í vikuni

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið brúkiligt. Skipini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Tveir trolbátar eru til fiskarí á landleiðini. teir fiska mest av toski, tungu, reyðsprøku, havtasku og so nakað av hýsu og upsa. Bátarnir landa helst fyrst í vikuni, tí landleiðin steingir mánakvøldið. Møguliga fer onkur trolbátur út í næstum.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og landar eisini síðst í vikuni.

Meting fyri viku 36, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Tvey eru vesturi á rygginum og fiska tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Landað helst síðst í vikuni. Trý eru vestanfyri og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Eitt er sunnanfyri og fiskar mest av longu og brosmu. Vantandi landar okkurt síðst í vikuni. Helst fer okkurt línuskip avstað í næstum.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðri verður eisini nakað skiftandi, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar:Ein fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk og ein fiskar kongafisk. Báðir landa helst síðst í vikuni

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið brúkiligt. Skipini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Sjey trolbátar eru til fiskarí. Fimm eru á landleiðini og tveir uttanfyri. Bátarnir fiska mest av toski, hýsu, tungu, reyðsprøku, havtasku og so nakað av upsa. Bátarnir landa sum vikan líður.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 35, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Bara tvey eru til fiskarí. Annar landar mánadagin og hin helst síðst í vikuni. Báðir fiska mest av longu og so brosmu og tosk. Vantandi fara fleiri avstað tá streymurin fer at batna fyrst í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar út á vikuna. Veðri verður gott, so kanska nakað av útróðri verður seinni í vikuni.

Djúpvatnstrolarar:Ein fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk og ein fiskar kongafisk. Tann við stinglaksi landar fyrst í vikuni, meðan tann við kongafiski landar síðst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið brúkiligt. Skipini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara tveir eru til fiskarí, men helst fara fleiri avstað í næstum. Tveir fiska norðanfyri, meðan hinir eru á landleiðini.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 34, 2020

Línuskip: Trý línuskip er til fiskarí, eitt er á Føroyabanka og tvey vestanfyri Føroyar. tvey landa fyrst í vikuni og eitt møguliga síðst í vikuni.

Útróður: Veðri og streymurin verður gott fyrst í vikuni, men streymurin harðnar sum vikan gongur og meir vindur, so tað verður møguliga eitt sindur av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir er til fiskarí, ein er vestanfyri eftir kongafiski og ein er eftir stinglaksi teir landa helst síðst í vikuni. Ein norskur trolari landar svartkalva mánadagin.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og eitt gulllaks, okkurt par landar mánadagin og hini seinni í vikuni.

Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fimm á landleiðini, tveir landa mánadagin, og hinir landa mitt ella síðst í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip er til fiskarí og fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Tey landa bæði í vikuni.