Meting fyri viku 37, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Trý frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við  Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Tvey liggja við bryggju.

Útróður: Streymurin verður hampuligur, men veðri sær út til at blíva vánligt seinnapartin av vikuni. So tað verður nakað av útróði nú um vikuskiftið og mánadagin og so verður lítið av útróðri restina av vikuni. Tað er mest toskur og hýsa bátarnir fáa, men fiskaríið er smáligt. Helst fara nakrir bátar á Føroya Banka um vikuskiftið.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar blálongu. Brúkiligt fiskarí. Ein er farin á kongafiskaveiðu. Vit vantað at báðir landa í vikuni. Ein frystitrolari er við Eysturgrønland. Hann fiskar svartkalva.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk. Ikki tað stóra fiskaríið. Tvey pør fiska gulllaks.  

Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska mest av hýsu og so nakað av toski og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni. Vit rokna við at onkur av hinum trolbátunum fer út eftir vikuskiftið

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí.  Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 36, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Trý frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við  Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Tvey liggja við bryggju. Eitt er á royndarveiðu efir høgguslokki.

Útróður: Streymurin verður nokkso harður, men tó ikki av tí harðasta. Veðurforsøgnin sær góð út, so vit vantað nógvan útróður. Tað er mest toskur og hýsa bátarnir fáa, men fiskaríið er smáligt. Helst fara nakrir bátar á Føroya Banka.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva. Smáligt fiskarí. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Eisini teir fiska svartkalva.

Partrolarar: Tvey pør fiska upsa og annan hvítfisk. Ikki tað stóra fiskaríið. Vantandi fara nøkur pør út í næstum.. Tvey pør fiska gulllaks.  

Trolbátar: Tríggir er norðanfyri og fiska mest av hýsu og so nakað av toski og flatfiski. Fiskaríið er gott. Allir landa í vikuni. Vit rokna við at onkur av hinum trolbátunum fer út eftir vikuskiftið

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Jógvan I á søluna 29-08-2024

Jógvan I kemur at selja ídag 29/08-24

Hann hevur mest av longu og brosmu og eisini nakað av toski

Fiskamarknaður Føroya

Meting fyri viku 35, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við  Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðurforsøgnin sær brúkilig út, so vit vantað nakað av útróðrafiski. Tað er mest toskur og hýsa bátarnir fáa, men fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva. Smáligt fiskarí. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Eisini teir fiska svartkalva.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør landa í vikuni. Ikki tað stóra fiskaríið. Tvey pør fiska gulllaks.  

Trolbátar: Tveir er norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tríggir eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 34, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við  Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.

Útróður: Streymurin verður harður og veðri verður nakað skiftandi, so vit vantað ikki tað stóra av útróðrafiski.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva, tó hevur annar eisini fiska á Íslandsrygginum.  Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.

Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum

Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiska mest flatfisk og tosk. Báðir landa í vikuni. Helst fer onkur trolbátur út í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 33, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við  Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.

Útróður: Streymurin er góður og veðri verður eisini gott fyri tað mesta, so vit vantað nakað av útróðrafiski. Møguliga fer onkur út á Føroya Banka.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar og fær mest av hýsu og toski. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.

Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum

Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tríggir eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Smáligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 32, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum og eitt siglur heim undan Grønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Seks liggja við bryggju.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður skiftandi, so vit vantað ikki tað heilt stóra av útróðrarfiski.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, ein fiskar kongafisk og ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.

Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstm

Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tveir eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Smáligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Jákup B, Klakkur og Polarstjørnan á søluna 26/07-2024

Jákup B, Klakkur og Polarstjørnan koma á søluna fríggjadagin 26/07-2024 kl 11:30

Teir hava fiska á Flemish Kap og á Íslandsrygginum.

Tað, sum Klakkur og Jákup B koyra á søluna, er:

Toskur uml. 173 tons

Brosma uml 1 tons

Svartkalvi unl 5 tons

Steinbítur uml 2,9 tons

Liri uml 1,3 tons

Kalvi uml 17 tons

Tølini frá Polarstjørnin koma seinni