fiska við føroyar
16 t toskur,7 t brosma og 27 t av hýsa
Fiskamarknaður Føroya
fiska við føroyar
16 t toskur,7 t brosma og 27 t av hýsa
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað kemur at landa í vikuni. Tað hevur mest av hýsu og toski. Fýra frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður eitt sindur ivasamt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni. So vit vantað nakað av útróðri miðskeiðis og síðst í vikuni. Línubátarnir fáa mest av toski og hýsu, meðan snellubátarnir fáa nógv mest av toski og so eitt sindur av upsa.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari er til fiskarí og kemur hann at landa í vikuni. Hann hevur tosk og svartkalva. Vit rokna við at hinir fara avstað tá veðri batnar. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, fiskaríið er misjavnt. Hinir partrolarirnir fara avstað tá veðri batnar.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara avstað tá veðri batnar.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Brúkiligt fiskaríið. Tey landa síðst í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men vantandi fer annað til fiskarí í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland og seks eru við Føroyar. Restin liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt frystilínuskip avstað í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður eitt sindur ivasamt, so vit vantað ikki nógvan útróður. Fiskaríið hevur verði meira smáligt tað síðstu vikuna.
Djúpvatnstrolarar: Tríggir frystitrolari er til fiskarí. Allir eru á ìslandsrygginum (ein fer møguliga á kongafiskaveiðu síðst á túrinum) og vantandi koma tveir, møguliga allir, at landa í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, fiskaríið er misjavnt.
Trolbátar: Fimm eru til fiskarí. Allir fiska tosk og so hýsu og nakað av flatfiski. Fýra koma vantandi at landa fyrst í vikuni, meðan tann fimti landar síðst í vikuni.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Brúkiligt fiskaríið. Tey landa síðst í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
43 t toskur 57 t hýsa 13,5 t longa, 17 t brosma
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Tað landar síðst í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland og fýra eru við Føroyar. Restin liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt frystilínuskip avstað í vikuni.
Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt, so vit vantað at fleiri bátar fara at rógva út í vikuni. Fiskaríið hevur verði brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein frystitrolari er til fiskarí, men vantandi fer onkur avstað nú veðri fer at batna.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, men helst fara hini út, tí veðri verður gott í vikuni.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fara fleiri út í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Brúkiligt fiskaríið. Tey landa síðst í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Klakkur kemur á søluna fríggjadagin 07-02-205
Klakkur hevur fiska við Føroyar
Hann hevur uml. 43 tons av hýsu, 20 tons av toski, 20 tons av longu og so hevur nakað av upsa, havtaskuhalum, hvítingi, kalva og skøturavum. Eisini hava teir nakað av longu og toskarognum.
Fiskamarknaður Føroya
Jákup B selur mikudagin 05-02-2025
Hann hevur fiska við Ísland
Hann hevur uml 118 tons av hýsu, 88 tons av toski, 7 tons av longu, 4 tons av upsa og so hevur hann nakað av longu og toskarognum og steinbíti.
Fiskamarknaður Føroya
Kappin kemur at selja ímorgin, týsdagin 04-02-2025
Teir hava uml 28 tons av svartkalva, 4,5 tons av blálongu, 3,5 tons av kongafiski og so eitt sindur av longu, upsa, havtasku og hýsu
Kambur hava 44 tons av toski, 11 tons av longa, 6 tons av brosma 42 tons av hýsa fiska við Ìsland
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Kanska annað fer avstað í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland (tvey landa í vikuni) og fýra eru við Føroyar (eitt landar í vikuni). Restin liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt frystilínuskip avstað í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður ikki gott, so vit vantað lítið av útróðri. Kanska onkrir av teimum størru bátunum ger onkran túr.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandarygginum og fiskar tosk. Ein landar vantandi síðst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalvi. Hinir liggja við bryggju.
Partrolarar: Allir, uttan eitt par, eru til fiskarí og er fiskaríið brúkiligt. Nøkur pør landa í vikuni.
Trolbátar: Tveir eru á Skeivabanka, ein er eystanfyri og tveir eru norðanfyri. Teir fiska mest av havtasku, toski og hýsu. Allir landa í vikuni
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Brúkiligtligt fiskarí. Tey landa síðst í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Stapin og Vesturhavið selja ídag.
Teir hava fiska við Ísland. Teir hava mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu
Fiskamarknaður Føroya