Meting fyri viku 43, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so eitt sindur av toski. Tað kemur at landa síðst í vikuni. Átta frystilínuskip eru við Føroyar. Tey fiska eina blanding av hýsu, toski og so nakað av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland og fiskar svartkalva. Eitt er á Flemish Kap og fiskar tosk.

Útróður: Streymurin er góður tað mesta av vikuni. Veðri verður ógvuliga ivasamt, so vit vanta ikki tað stóra av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru eystanfyri og fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Ein frystidjúpvatnstrolari er eisini til fiskarí.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fiskaríið er smáligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her.

Heinta allametingina her.

Meting fyri viku 42, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi út um vikuskiftið. Tað fiskar mest av hýsu og so eitt sindur av toski. Landar vantandi síðst í vikuni. Átta frystilínuskip eru við Føroyar. Tey fiska eina blanding av hýsu, toski og so nakað av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland og fiskar svartkalva.

Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður vánaligt, so vit vanta ikki tað stóra av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Nakað verður eisini av kongafiski og blálongu. Vantandi landa báðir fyrst í vikuni. Smáligt fiskarí. Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Tveir frystitrolarir eru eisini úti.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Smáligt fiskarí.

Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar hýsu og tosk og so nakað av flatfiski. Landar miðskeiðis í vikuni. Hinair liggja við bryggju.

Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her.

Heinta allametingina her.

Eivind á søluna imorgin hósdagin 08/10-26

Evind hevur fiska við Flemish Kap og Føroyar

Fiska á Flemish Kap:

Toskur 128 tons

Toskalivur 2,8 tons

Brosma 600 kg

Kalvi 2,7 tons

Liri 675 kg

steinbitur 340 kg

Fiska við Føroyar:

Toskur 7 tons

Hýsa 1,3 tons

Longa 33,2 tons

Brosma 32,7 tons

Longulivur 850 kg

og so nakað av hvítingur, havtaskahalar ,kalvi , longurogn og skøturavar

Fiskamarknaður Føroya

Jákup B á søluna imorgin mikudagin 07/10-26

Jákup B hevur fiska við Føroyar og kemur at koyra hetta á søluna

Toskur 22,8 tons

Hýsa 14,5 tons

Longa 37 tons

Brosma 29 tons

Kalvi 1 tons

Hvítingur 313 kg

Havtaskuhalar 370 kg

Upsi 555 kg

Skøturavar 527 kg

Lýrur 104 kg

Reyðsprøka 16 kg

Fiskamarknaður Føroyar

Meting fyri viku 41, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar vantandi síðst í vikuni. Seks frystilínuskip eru við Føroyar. Tey fiska eina blanding av hýsu, toski og so nakað av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland og fiskar svartkalva.

Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, men vit vanta tó nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Vantandi landa allir síst í vikuni. Smáligt fiskarí. Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Ein frystitrolari er eisini úti.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Smáligt fiskarí.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Ivasamt um nakar fer út í vikuni.

Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her.

Heinta allametingina her.

Sandshavið á søluna í dag hósdagin 01-10-2026

Sandshavið hevur fiska við Føroyar og kemur at koyra hetta á sølu

Toskur 26,6 tons

Hýsa 12,1 tons

Longa 87 tons

Brosma 51,7 tons

Upsi 860 kg

Livur 5,2 tons

Havtaskuhalar 241 kg

Kongafiskur 113 kg

Skøturavar 1,9 tons

Kalvi 2,1 tons

Hvítingur 340 kg

Reyðsprøka 20 kg

Fiskamarknaður Føroya.

Klakkur á søluna týsdagin 29 sept. 2026

Klakkur kemur á søluna týsdagin 29 sept. 2026

Klakkur hevur fiska á Íslandsrygginum.

Klakkur koyrur hetta á søluna:

Toskur 72 tons.

Svartkalvi 28 tons.

Blálonga 22 tons.

Brosma 2 tons.

Hýsa 1,8 tons.

Liri 2 tons.

longa 1,4 tons.

So er eitt sindur av kalva, hvítingi og havtaskuhalum.

Fiskamarknaður Føroya

Mars á søluna fríggjadagin 25/09-26

Mars hevur fiska við Føroyar og kemur at koyra hetta á søluna

Toskur 13 tons

Hýsa 5,5 tons

Longa 38 tons

Brosma 32 tons

Upsi 300 kg

Hvítingur 1,3 tons

Havtaskahalar 150 kg

Skøturavar 3,5 tons

Kalvi 250 kg

Blálonga 2,1 tons

Skeggbrosma 1,7 tons

Svartkalvi 2,9 tons

Lýrur 560 kg

Toskalivur 260 kg

Longalivur 450 kg

Fiskamarknaður Føroyar

Meting fyri viku 39, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar vantandi síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er ávegis heim frá Flemish Kap, eitt við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Skipið á Íslandsrygginum fær mest tosk og so nakað av svartkalva. Skipið á Flemish Kap fær mest av toski. Tað við Eysturgrønland fiskar svartkalva, meðan skipini við Føroyar, fáa ein blandingur av toski, hýsa, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er góður fysrst í vikuni, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, men vit vanta tó nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Báðir landa í vikuni. Ein fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk og ein fiskar kongafisk. Ein frystitrolari er eisini úti.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Eitt par er á Íslandsrygginum.

Trolbátar: Tríggir eru úti og koma allir at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Smáligt fiskarí.

Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri frá veður.fo her, frá Windy her, frá Berlingur her

Heinta alla metingina her