Meting fyri viku 44, 2021

Samandráttur.

Línuskip. Tvey ísfiskalinuskip eru undir Føroum og so eru trý minni línuskip/útóðrabátar eisini undir Føroyum. Tey fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Vit rokna við at øll landa í vikuni.Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.

Útróður: Streymurin er góður, Men harðnar út á vikuni.Tað verður nógv høgætt í vikuni, so tí verður helst ikki so nógv av útróðri norðanfyri, men helst nakað eystanfyri.. Bátarnar fá mest av hýsu og so nakað av toski

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann miðskeiðis ella síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er smáligt.

Trolbátar: Fimm trolbátar eru til fiskarí. Tveir eru á Skeivabanka og fiska havtasku, meðan hinir fiska mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Ein landar fyrst í vikuni og so hinir miðskeiðis ella síðst í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er vánaligt.Báðir landa síðst í vikuni. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landa báðir miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her