Meting fyri viku 38, 2021

Samandráttur.

Línuskip. Tveir fiska mest av longu og brosmu og koma helst at landa síðst í vikuni. Ein línubátur kemur inn at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Hann hevur mest hýsu og tosk. Hann hevur mest hýsu og longu. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.

Útróður: Streymurin verður harður og veðri verður ikki av tí besta, so tí vanta vit ikki nógvan útróður. Fiskaríið er smáligt. Teir fiska mest av hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er smáligt, tó fær okkurt parið okkurt gott hál av og á.

Trolbátar: Tveir eru til fiskarí. Báðir eru norðanfyri. Helst landa báðir mánadagin, tí veðurforsøgnin er ikki góð týsdagin.. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt og koma bæði at landa síðst í vikuni.  Ein fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar hann miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her