Meting fyri viku 29,2022

Samandráttur.

Línuskip. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, og er nýliga byrjað túr. Eitt er à Føroya Banka, tvey royna eystanfyri og landa i vikuni .Sjey frystilínuskip fiska undir Føroyum. Tey fiska mest av longu og brosmu.

Útróður: Streymurin verður hampuligur og veðrið sær út til at blíva gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: . Ein frystitrolari er  í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Hinir liggja við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Fimm eru á landleiðini og tveir eru norðanfyri. Teir fiska mest av toski, hýsu og so flatfisk. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Vit vænta at onkrir fara út um vikuskifti.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her