Fyrsta “opna” uppboðssøla av fiskirættindum verður hósdagin 26 apríl 2018 kl. 13:00
Rættindi, ið seld verða, eru:
- Svartkjaftur 25.000 tons
Sølulinjurnar kunna heintast her
FMF mælir til at keyparar fyrireika seg í góðari tíð áðrenn uppboðssøluna og eiga at gera fylgjandi:
- Seti tykkum inn í lógina, kunngerðina og reglugerðina, sum hava vit uppboðssøluna av rættindum at gera.
- Heinta Iclientin frá heimasíðuna hjá FMF.
- Fyll út og undirskriva oyðublaðið “Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara” og send aftur til FMF.
- Fá brukaratal, loyniorð og keypslykil frá FMF.
- Seti tykkum inn í hvussu uppboðssøluskipanin virkar.
- Fá eitt telefonnummar frá FMF.
- Set neyðuga pengatrygd til FMF og Vørn.
Um tit ivast í onkrum. so ring enduliga til FMF á 414141. Vit eru altíð klár at hjálpa.
Les løgtingslógina her
Les kunngerðina her
Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara kann heintast her