Uppboðssøla av fiskirættindum verður mikudagin 24 apríl 2019 kl. 13:00
Rættindi, ið seld verða, eru:
Rættindi at veiða 2.000 tons av makreli. sum eitt ára rættindi. Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 1.115 tons fiskast í ES-sjógvi og 1.091 tons fiskast í norskum sjógvi.
Sølulinjurnar kunna heintast her
FMF mælir til at keyparar fyrireika seg í góðari tíð áðrenn uppboðssøluna og eiga at gera fylgjandi:
- Seti tykkum inn í lógina, kunngerðina og reglugerðina, sum hava við uppboðssøluna av rættindum at gera.
- Heinta Iclientin frá heimasíðuna hjá FMF.
- Fyll út og undirskriva oyðublaðið “Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara” og send aftur til FMF.
- Fá brúkaratal, loyniorð og keypslykil frá FMF.
- Seti tykkum inn í hvussu uppboðssøluskipanin virkar.
- Fá eitt telefonnummar frá FMF.
- Set neyðuga pengatrygd til FMF og Vørn.
Um tit ivast í onkrum. so ring enduliga til FMF á 414141. Vit eru altíð klár at hjálpa.
Les kunngerðina her
Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara kann heintast her