Uppboðssøla av rættindum verður 19 mars, 2019


Uppboðssøla av fiskirættindum verður týsdagin 19 mars 2019 kl. 13:00

Rættindi, ið seld verða, eru:

Rættindi at veiða 20.000 tons av svartkjafti.
Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi. Harav kunnu 2.171 tons fiskast í ES-sjógvi.

Sølulinjurnar kunna síggjast her

FMF mælir til at keyparar fyrireika seg í góðari tíð áðrenn uppboðssøluna og eiga at gera fylgjandi:

  1. Seti tykkum inn í lógina, kunngerðina og reglugerðina, sum hava vit uppboðssøluna av rættindum at gera.
  2. Heinta Iclientin frá heimasíðuna hjá FMF.
  3. Fyll út og undirskriva oyðublaðið “Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara” og send aftur til FMF.
  4. Fá brukaratal, loyniorð og keypslykil frá FMF.
  5. Seti tykkum inn í hvussu uppboðssøluskipanin virkar.
  6. Fá eitt telefonnummar frá FMF.
  7. Set neyðuga pengatrygd til FMF og Vørn.

Um tit ivast í onkrum. so ring enduliga til FMF á 414141. Vit eru altíð klár at hjálpa.

Les kunngerðina her

Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara kann heintast her