Uppboðssøla av fiskirættindum verður týsdagin 19 mars 2019 kl. 13:00
Rættindi, ið seld verða, eru:
Rættindi at veiða 20.000 tons av svartkjafti. 
Hesi kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og NEAFC-sjógvi.  Harav kunnu 2.171 tons fiskast í ES-sjógvi.
Sølulinjurnar kunna síggjast her
FMF mælir til at keyparar fyrireika seg í góðari tíð áðrenn uppboðssøluna og eiga at gera fylgjandi:
- Seti tykkum inn í lógina, kunngerðina og reglugerðina, sum hava vit uppboðssøluna av rættindum at gera.
 - Heinta Iclientin frá heimasíðuna hjá FMF.
 - Fyll út og undirskriva oyðublaðið “Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara” og send aftur til FMF.
 - Fá brukaratal, loyniorð og keypslykil frá FMF.
 - Seti tykkum inn í hvussu uppboðssøluskipanin virkar.
 - Fá eitt telefonnummar frá FMF.
 - Set neyðuga pengatrygd til FMF og Vørn.
 
Um tit ivast í onkrum. so ring enduliga til FMF á 414141. Vit eru altíð klár at hjálpa.
Les kunngerðina her
Tilmeldingarskjal og váttan frá keypara kann heintast her
		