Trupuleikar við ov nógvum rakfiski/slánum.
Vit hava nú í skjótt tvey ár havt góðan fiskiskap eftir toski við línu og snellu. Áðrenn tað høvdu vit í nógv ár havt sera ringan fiskiskap eftir toski.
At fiskurin enduliga var komin aftur, kom sera væl við hjá línu og útróðabátunum. Fiskurin var tó nakað rak, men tó ikki so heilt galið. Men fiskurin er bara blivin verri og verri fyri og er tað nú eftir gýtingina í vár, heilt galið, siga fiskakeyparir. Tað hava verði dømir um hvar teir hava tikið royndir av fiski hjá onkrum bátum, har heili 60% vóru slánir. Ein slánur er tá K-faktorurin er 0,7 ella minni. (K-faktor er vekt í gr.*100/longd í triðja potensi) Serliga er tað fiskur, sum er fiskaður tætt við land, sum er illa fyri.
Nú er tað komið hartil at fiskakeyparir umhugsa hvat teir skula gera fyri at koma hesum trupuleika til lívs. Tað allarbesta siga teir, er um bátarnir royna at leggja seg eftir at fiska longur úti, har fiskurin sum heild er betri fyri ella koma teir at reklamera fiskin, um teir kunna staðfesta at nógvur slánur er uppí.
Eisini hýsukeyparir siga at nógv av hýsuni er illa fyri.
Tí vilja vit frá Fiskamarknaðinum staðiliga heita á bátar um at halda seg frá økjum har tað er nógvur rakfiskur/slánur.
So muga vit bara vóna at fiskiskapurin framvegis verður góður og fiskurin fer at blíva feitari sum frálíður.
Vinarliga Fiskamarknaðurin