Summarferia hjá virkjum og landingarmiðstøðum.

Sum er, eru tað bara tvey virkir, sum hava avgjørt at steingja í summar. Tað eru Vaðhorn og Fiskavirkið í Gøtu. Tey fara í feriu í viku 30-31-32
Hini virkini steingja ikki í summar.
Landingarmiðstøðin á Eiði (Bátafiskur) steingir í viku 30-31-32 og landingarmiðstøðin í Leirvík steingir í viku 30-31, men kan hava opið mánamorgunin 26/07 um hægst neyðugt. Av hinum steingir eingin í summar, tó at onkur hevur onkran dag, hvar tey ikki taka ímóti fiski.

Hetta er tað sum vit hava fingið at vita higartil, men tað kunna koma broytingar í.

Vinarliga

Fiskamarknaður Føroya