Samandráttur.
Línuskip. Eitt línuskip er vestanfyri, eitt eystanfyri og eitt á Føroya Banka. Tey fiska mest av hýsu, longu og brosmu og so nakað av havtasku og skøtu av Føroya Bank. Eitt frystilínuskip er í altjóða sjógvi og fiskar og fýra fiska við Føroyar.
Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyrst í vikuni, men seinnapartin av vikuni verður veðri heldur ivasamt til útróður. Tí verður helst nakað av útróðri fyrst í vikuni, men ikki nógv restuna av vikuni. Vánaligt fiskarí.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa fyrst í vikuni. Hann er í bretskum sjógvi og í føroyskum sjógvi. Ein liggur við bryggju. Ein frystitrolari fiskar svartkalva í eysturgrønlandi.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Trý pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tað eina parið fiskar svartkalva. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Bara tveir trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Trýggir eru á landleiðini og fáa mest av flatfiski og toski. Allir landa í vikuni. Restin liggur við bryggju, men vantandi fer onkur avstað í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her