Samandráttur.
Línuskip: Øll línuskipini liggja við bryggju. Vit rokna við at fleiri fara avstað beint eftir nýttár.
Útróður: Streymurin er hampuligur og veðrið verður eisini gott, so vit vantað nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru vestanfyri og fiska upsa. Landað møguliga síðst í vikuni. Helst fer onkur avstað fyrst í tí nýggja árinum.
Partrolarar:Trý pør eru nýliga byrjaði túr og landað tey helst síðst í vikuni. Fleiri pør fara avstað beint eftir nýttár.
Trolbátar: Tríggir trolbátar eru til fiskarí. Tveir eftir havtasku og ein eftir tosk og hýsu.
Garnaskip: Tvey garnaskip eru til fiskarí og koma helst at landað síðst í vikuni. Eitt er úti og setur gørnini, meðan tað fjórða liggur við bryggju.
Heinta alla metingina her