Samandráttur.
Línuskip: Trý fiska á djúpum vatni eftir longu og brosmu. Vit rokna við at ein landar í vikuni, meðan hinir landa í aðru viku. Trý fiska mest av toski og svartkalva og so nakað av blálongu. Vit rokna við at allir landa seint í vikuni. Trý frystilínuskip eru undir Grønlandi og fiska mest av toski og so nakað av brosmu og so er eitt undir Føroyum og fiskar. Vit rokna við at okkurt línuskip fer út um vikuskiftið.
Útróður: Streymurin harðnar, men veðri verður hampuligt, serliga fyrst í vikuni, so helst verður nakað av útróðri fyrst í vikuni. Tað er mest snellufiskur, men nakað er eisini frá línubátunum.
Djúpvatnstrolarar: Bara tveir til fiskarí. Ein fiskar blálongu, meðan hin ger royndir á Føroya Banka.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Øll fiska upsa, uttan tað eina parið sum er á rygginum og fiskar. Fiskaríið er smáligt. Pørini landað sum vikan líður.
Trolbátar: Bara tveir eru til fiskrí. Báðir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Annar landar mánadagin, meðan hin landar seinni í vikuni. Helst fer onkur avstað um vikuskiftið. Tveir eru farnir á skipasmiðju.
Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Tað fjórða er farin at rigga til aftur.
Heinta alla metingina her