Samandráttur.
Línuskip. Trý stór ísfiskalínuskip og eitt minni, eru til fiskarí. Eitt er við Ísland, men er kanska ivasamt um tað landar í vikuni. Hini eru øll undir Føroum og koma øll at landa í vikuni. Tey fiska mest av toski, hýsu og longu. Átta frystilínuskip eru við Ísland og eitt undir Føroyum.
Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur. Veðri verður tó nakað umskiftandi, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar svartkalva, meðan hin liggur við bryggju. Vit rokna við at hann landar síðst í vikuni.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Fiskaríð er misjavnt, okkurt brúkiligt hál inn ímillum. Tey landa sum vikan gongur.
Trolbátar: Tríggir fiska havtasku og fiskar tosk og hýsu. Allir koma at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Eisini tað hevur brúkiligt fiskarí. Vantandi koma øll at landa fyrst í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her